Satellit samskifti

Sea Tel / Cobham antenna hardware Við meiri enn 20 ára royndum innan tele- og satellit samskifti, bjóðar TeleServe teir bestu pakkarnar til teir bestu prísirnar. Við globalum partnarskapi við høvuðsútbjóðararnar innan satellit samskifti, er TeleServe ført fyri at bjóða ta røttu tænastuna til tínar tørvir og besta dekningin í tínum arbeiðsumráðum.

Full tænasta

Hjá TeleServe ynskja vit ikki at selja tær eina vøru. Vit ynskja at selja tær loysnir. Vit ráðgeva altíð okkara kundum um bestu loysnirnar til teirra tørvir, og vit hava størsta úrvalið av satellit tænastum á marknaðinum.

TeleServe veitur allar tænastur, frá planlegging av projekti, til design, kanning, skaffing og installatión og roynd og uppseting.

Verkfrøðingar okkara eru royndir og góðkendir til at uppseta og viðlíkahalda eitt breitt úrval av antennum. Vit hava fleiri enn 20 fult útbúnar in-house verkfrøðingar í feltinum í Asia, Australia, Europa og Amerika, ið kunnu mobiliserast innan 24 tímar. Um tænasta á feltinum er tiltrongd, er okkara globala netverk av góðkendum felt verkfrøðingum ongantíð langt burtur.

Saman við okkara partnarum bjóða vit 24X7 kundatænastu og support ígjøgnum okkara Global NOC í Hong Kong við fleirmæltum support verkfrøðingum (Enskt, Mandarin, Cantonesiskt, Tamil, Tagalog, Malay, Hollendskt, Spanskt). Vit hava eisini lokal supportsentur í Australia, Malaysia, Hollandi, Danmark og USA.

Fyri nærri upplýsingar um okkara satellit samskiftis loysnir.